Endamálsorðing
Vit vilja, í samstarvi við foreldur og barn, tillaga stovnin soleiðis, at vit í einum kristnum, tryggum og barnavinarligum umhvørvi, kunnu geva hvørjum barni sær
- umsorgan, tryggleika og kærleika
- at menna barnið aldurssvarandi
- at síggja hvørt einstakt barn sum tað er
- geva barninum møguleika til samavgerð og samábyrgd, samsvarandi aldurin
Vit vilja stremba fram ímóti
- at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag, við atliti at læra barnið, at hava virðing og ábyrgd fyri sjálvum sær og øðrum, so tað við tollyndi kann knýta vinabond.
- at geva barninum møguleikan at virka í stórum og smáum bólkum, so tað lærir hjálpsemi, samarbeiði og at hava tol.
Ígjøgnum spæl og handaligt arbeiði
- at menna barnið rørsluliga
- at stimbra skapandi evni barnsins
- at styrkja tess sjálvsvirði og sjálvskenslu
