Grønastova vitjar í Leirvík
Fyrst av øllum tvær myndir af tí flotta ísbilinum hjá Húsinum :) Mikudagin 16. juni fóru vit við Bygdaleiðum ein tú til Leirvíkar at vitja tann snotuliga nýggja barnagarðin Brúsa, har var stuttligt at verða, vit spældu inni og úti, har høvdu tey ein rennistrong sum vit royndu, tað var sera stuttligt. Vit vóru eisini og vitjaðu í havanum hjá systir Sigrun, har var so nógv spennandi, stór trø sum vit kundu klintra í, eisini sóu vit eitt so fitt fuglareiður har :) Vit høvdu matpakka við okkum, hann ótu vit í húsinum hjá ommu og abba Janus, síðani fóru vit oman í fjørðuna, vit elska at ganga í fjørðuni :) Mamma Janus kom oman við kaku til okkum sum vit ótu saman við kakao, sum vit høvdu við sjálvi. Ein sera góður og upplivingarríkur dagur :) Vit fóru heimaftur við Bygdaleiðum móð og væl nøgd :)






















































