Bláastova

Bláastova er fyri børn sum eru ímillum 3 og 5 ár, og er pláss fyri 20 børnum tilsamans. Vit arbeiða eftir endamálsorðingini hjá barnagarðinum. Okkum dámar væl at verða úti og spæla, vit eru ofta úti í Grøv ella Borðoyavík, har kunnu vit finna uppá ymiskt spennandi sum er gott fyri okkum.

Okkum dáma væl at svimja, fara í fimleikarhøllina, vitja ymisk støð í býnum, vitja tey gomlu, vitja onnur spælipláss.

Okkum dáma væl at hava samling, tá syngja vit, fortelja søgur, spæla ymisk spøl, dansa, snakka um veðri og um hvussu dagarnir eita. Snakka um hvat vit skulu gera / fara og mangt annað.

Vit baka, gera gandadeiggj, mála, seyma, tekna og alt møguligt annað, onkuntíð alt í senn. 

 

Barnagarðsgjaldi er 1.700 kr. pr. mánað alt árið.

 


Breyðdagur

Vit gera dukkur

Vit klippa djór

Myndir av børnum í Bláustovu

Tiltøk

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Samskifti

Drotning Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 12
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel. 455557
Fax 457657
margretha@margretha.fo