Matur
Morgunmatur
Frá kl.7.30 til kl. 9.00 er felags móttøka í Reyðustovu og Grønustovu. Børn ið ikki hava etið morgunmat, áðrenn tey koma, kunnu eta saman við teimum vaksnu inni í Reyðustovu. Vit hava havragrýn, havragreyt, cornflakes og rugbreyð. Ynskist annað, kann tað takast við heimanífrá.
Matpakki/frukt
Til kl.12.00 skal barnið hava matpakka við heimanífrá. Øll børnini fáa frukt frá barnagarðinum kl.15.00. Børnini fáa mjólk og ella vatn til máltíðirnar. Borðbøn verður sungin, áðrenn matpakkin verður etin. Dentur verður lagdur á, at matpakkin er sunnur, fjøltáttaður og innbjóðandi fyri barnið.
Matdagar
Einaferð um vikuna hevur hvør stova sær kalt borð. T.v.s hendan dagin hevur barnið ikki matpakka við, men onkran viðskera, breyð ella smør. Ein listi verður hongdur upp, at skriva seg á. Børnini hjálpa til at leggja á føt og at smyrja sjálvi. Umleið einaferð um mánaðin er tað heitur matur, ístaðin fyri kalt borð, sum á sama hátt verður tilgjørdur saman við børnunum. Foreldrini gjalda kr. 25-30 pr. barn.
