Páskir í Gulustovu
Til páskar var ymiskt á skránni, vit gjørdu páskapynt, eisini gjørdu vit ymiskt prýði úr / av " sodavatnsproppum " Vit smíðaðu teir næstan flatar, so límaðu vit eitt hvørt inní proppin, eina mynd ella okkurt annað, so gjørdu vit tað til hálsprýði. Hetta var sera spennandi og stuttligt at gera, helst at smíða proppin flatan, tí man mátti vera varin so hann ikki bleiv heilt flatur, so tað var ein ordans uppgáva :- Her eru nakrar myndir av tí vit hava gjørt. Vit bjóðaðu eisini kaffi, kaku og ís.














