Uppi í Revagarði
Í samband við tiltaki "Sunnur kostur og Rørslur" hava vit valt at í viku 19 skulu vit verða úti hvønn dag og hava matpakka. Her eru vit uppi í Revagarði. Vit leitaðu eftir revunum, men har var ongin, ístaðin spældu og klatarðu vit uppiá tí ið eftir er av garðinum. Gott fyri kropp og sál, og so ein góðan matpakka at fylla á aftur motorin, so vit fingu orku aftur at ganga oman í barnagarðin :-) Inni í Grønustovu hava vit hongt plancir upp við myndum og teksti, sum dokumentatión yvir tað arbeiði vit hava gjørt í viku 19.































