Vit fanga krabbar
Vit hava verið ein túr úti á Borðoyavík. Har er altíð stuttligt at vera og har finnur man altíð okkurt áhugavert. Har kunnu vit kasta steinar á sjógv, í fjørðuni er óslætt at ganga, har venja vit okkum at brúka okkara ymisku kropsvøddir so vit ikki detta og koma til skaða. Á vegnum heimaftur í barnagarðin, funnu vit ein mega stóran krabba, tað var spennandi at vita um nakar tordir at nerta við hann og taka hann upp, sum vit síggja ámyndinum so riggaði tað væl, men krabbin var eisini deyður :-)















