Reyðastova

Inni í Reyðustovu eru vit 10 fitt børn og eru vit ímillum 7 mánaðir og 3 ár. Um okkum hava vit 4 vaksin at hjálpa okkum at mennast og at verða saman. Okkum dámar væl at røra okkum. Tey vaksnu siga at vit skulu gera eftir endamálsorðingini sum millum annað sigur : At ígjøgnum spæl skulu : - menna barnið rørsluliga - stimbra skapandi evnini hjá barninum - styrkja tess sjálvsvirði og sjálvskenslu. Hetta gera vit uppá ymiskan máta, t.d. lættan fimleik inni á stovuni, hoppa, grulva og dansa. Vit brúka eisini fimleikarhallirnar har vit kunnu renna og spæla ymisk spøl sum eru fyri okkum. Okkum dámar eisini væl at ganga túrar, brúka náttúruna, bø, haga og fjøru. Okkum dámar eisini væl á rampuni og plenuni og at spæla úti í garðinum har vit kunnu reiggja, renna, súkkla og spæla við sand.

At stimbra tey skapandi evnini, gera vit millum annað við at : - tekna - mála - spæla við vatn - gera gandadeiggj - spæla við lego, bilar, dukkur, puslispøl, lesa bøkur, syngja og mangt annað.

At síggja tað einkulta barnið sum tann persónur tað er og geva tí tað umsorgan tað hevur tørv á ímeðan tað er á stovninum, styrkja vit sjálvsvirði og sjálvskensluna hjá hvørjum einstaka barnið.

Vit hava samling hvønn dag og halda vit tað er deiligt. 

Barnagarðsgjaldi er 1700,00 kr. pr. mdr., alt árið


Vit eru í fimleikarhøllini o.a.

Ein dunnutúr

Vit lesa og spæla

Vit eta ís

Vit royggja

Vit fanga krabbar

Vit spæla og eru túr

Sansavenjing

Vit arbeiða o.a.

Legu á Selatrað

Mála, spæla og Rudda

Reyðastova

Tiltøk

«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Samskifti

Drotning Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 12
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel. 455557
Fax 457657
margretha@margretha.fo