Ruddingardagur
Vit vóru við í tiltakinum sum kommunan skipaði fyri, at rudda býin hjá okkum. Í góðveðri fóru vit at rudda rundan um hjá okkum, runt garðin, á bønum yvir ímóti Tekniska Skúla, Svimjuhøllina og Ósánni. Tað gekk sera gott, sum løn fingu vit eina góða løtu úti í tí góða veðrinum, fingu brúkt vøddar í bæði beinum og ørmum, fingu snakka um hvussu gott tað er at ansa uppá okkara umhvørvi og at vit skulu brúka ruskíløtini til at koyra rusk í :) Vit fingu eisini okkurt leskiligt at hugna okkum við seinri um dagin :) Tey minstu hugnaði sær við góðum matpakka uttanfyri :)





















