Skrúðgonga
Í samband við felagstiltakið "Sunnur kostur og Rørslur" endaði tiltakið við skrúðgongu, har øll sum hava verið við í tiltakinum samlaðust á Sandinum og gingu niðan á vøllin í Djúpumýru. Við í skrúðgonguni vóru teir báðir jassarnir Karius og Baktus, tey elstu børnini spældu ymiskt "ljóðføri". Politibilur við blink og sirenu boðaði frá at nú hendi nakað og sloppu vit at breiða okkum tvørtur um vegin so ongin bilur slapp at koyra ímeðan við macheraðu. Á plenuni var ymiskt at uppliva, har vóru klovnar sum lærdi okkum at dansa, har vóru 8 "basar" har ymisk rørsluspøl vóru hjá okkum at spæla, har var stórt og forkunnugt fruktborð, har vit gjørdu okkum fruktpinnar og so fingu vit eisini eina flósku av vatnið í part. Ein sera góður, stuttligur og hugnaligur dagur. Tey minstu vóru yvuri á spæliplássinum hjá okkum og spældu og fingu somuleiðis eisini frukt og drekka :-)




























































































