Stovnurin
Søga
Drotning Margrethu Barnagarður er ein sjálvsognarstovnur. Hann varð upprunaliga settur á stovn í 1957 av limum í KFUM & K, og helt hann til í kjallaranum hjá KFUM & K. fram til 1979. Tá flutti stovnurin í nýggj hølir, ið vórðu bygd til endamálið. Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikarhallirnar, svimjihøllina, fótbóltsvøllin, bókasavni og ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Barnatal
Dr. Margrethu barnagarður er ein stórur stovnur, ið tekur ímóti 91 børnum í aldrinum 0 til 7 ár, deildur sundur í 5 stovur
| Reyðastova | 10 børn | 0-3 ár |
| Gulastova | 20 børn | 3-5 ár |
| Bláastova | 20 børn | 3-5 ár |
| Stórastova | 20 børn | 6-7 ár |
| Grønastova | 20 børn | 3-5 ár |
Starvsfólkaviðurskifti
Umframt leiðaran, ið er settur 40 tímar um vikuna, eru tað 120 starvsfólkatímar roknaðir til hvørja barnagarðsstovu og 115 tímar til vøggustovuna. Harav 2/3 eru pedagogtímar og 1/3 hjálparfólkatímar býttir soleiðis, at hvør barnagarðsstova hevur
- 1 pedagogstarv á 40 tímar
- 1 pedagogstarv á 40 tímar
- 2 hjálparfólkastørv á 20 tímar
Á Vøggustovuni eru
- 1 pedagogstarv á 38,3 tímar
- 1 pedagogstarv á 38.3 tímar
- 2 hjálparfólkastarv á 38,3 tímar
Afturat hesum eru stuðulsfólk, alt eftir tørvi, húsavørður og vaskifólk knýtt at stovninum. Øll starvsfólk, ið verða sett í starv á stovninum, undirskriva skjal um tagnarskyldu. Sum nú er, er mangul uppá pedagogar og tí eru fleiri hjálparfólk enn pedagogar á stovni okkara.
Nevndin
Nevndin fyri stovnin er ein 6-manna nevnd. Í henni sita 3 umboð frá KFUM & K, 2 foreldraumboð og eitt umboð frá kommununi. Við á nevndarfundum eru leiðarin, varaleiðarin og álitisfólki og eru nevndarfundir minst 4 ferðir um árið.
Umboð fyri KFUM & K eru : Herdis Vernarsdóttir Formaður, Gudrun Zachariassen og Kristianna Johannesen, Charlotta Thorseinsson eykaumboð.
Foreldraumboð eru Aðalbjørg Linklett, næstf., Valborg Josephsen og Vígdis Glyvreardal eykaumboð.
