Vit sláa pott
Vit eru og vitja Røktarheimi har vit sláa pott, dansa føroyskan dans fyri teimum eldri og eta døgurða. Ein góður og hugnaligur dagur, ommurnar og abbarnir eru altíð so glað at síggja okkum og vit tíma væl at vitja tey. Tey eru altíð so blíð, fitt og glað.













































