Vit svimja okt/nov 11
Vit eru og svimja, tað er so stuttligt, tí tá ger tað onki um vit blíva vát :-) Onkuntíð kasta vit bólt ímillum okkum, onkuntíð svimja vit kapp, klintra uppá pylsuna ella snorkla. Vit brúka nógva orku í svimjihylinum, og nógvar musklar sum vit ikki brúka til dagligt, tað er ordiliga gott fyri okkum øll at svimja :-) og deiligt at vit kunnu sleppa við barnagarðinum at svimja :-)



























