Vit vitja Atlantic Airways
Stórastova vitjar Atlantic Airways
Mikudagin 28 apríl var Stórastova vesturi í Vágnum og vitjaði Atlantic Airways. Vit fóru við bussi kl 8.55 av sandinum, skiftu buss í Kollfjarðadali, og tað var so gott at fáa fríska luft eina løtu, vit vóru í Vágunum kl 11. Vit byrjaðu dagin við at fara inn í eina stóra høll, har tey arbeiddu uppá flogfør, tyrlir og privatflogfar :) tað var ordiliga kul at síggja, vit sloppu inn í flogfarið, tað var ordiliga spennandi tí tað vóru fleiri av okkum ið ikki høvdu flogið áður. Tyrluna sloppu vit eisini í, tað hildu vit vera ordiliga stuttligt. Á veg úr høllini fingu vit matpakka, drekki dunk, tasku o.a Síðani gekk leiðin í Floghavnina at eta matpakkan ið vit høvdu við okkum. Aftaná vit høvdu etið matpakkan, spælt, skreiða og bygt lego eina løtu, fóru vit við bussinum til Havnar. Har steðgaðu vit eina løtu á Farstøðini, vit fingu frukt og slikkipinn :) Har spældu vit eisini eina løtu uttanfyri í tí góða veðrinum, áðrenn leiðin gekk heim til Klaksvíkar aftur :) Vit vóru glað og troytt aftaná ein ordiliga góðan og spennandi dag :)







