Vitjan av Nannu
Í dag hava vit havt vitja av Nannu og tveimum av synum hennara. Tey búgva í Afrika og var tað í samband við tiltaki sum vit hava í barnagarðinum, at tey komu og fortaldi okkum eitt sindur um hvussu tey liva har. Sera spennandi at hoyra og at síggja myndir har frá. Vit sóu nógv djór og onkrar leikur, til dømis var tað ein drongur sum hevði gjørt sær ein bil úr ymiskum dunkum, proppum o.ø. Nanna vísti okkum eisini hvussu børnini verða borðin uppi á rygginum, og fortaldi, at so kundi mamman gerða ymiskt annað, so sum at rudda, vaska, gerða mat o.s.v ímeðan. Hon lærdi okkum at siga onkur orð, tey siga EEH fyri JA, AWE fyri NEI, CHISUMA fyri BEI og tá ið nakað er WELL. Hon lærdi okkum eisini ein sang á afrikanskum :-)




















