Ymiskt úr Stórustovu

Her eru myndir av okkum sum eru byrja í Stórustovu eftir summarferiuna, vit hava tað ordiliga gott saman, vit spæla ymiskt spøl saman, eru úti í regninum og plaska, vitja spælipláss :)   Vit vitja eisini fiskakørini áðrenn tey verða tikin vekk aftur.  Og sjálvandi eru vit og hyggja eftir heimsins stórsta húki, og harífrá gekk leiðin út í bátahylin á borðoyavík, har er altíð stuttligt at vera, har finnur man ofta ymiskt ting, bæði stórt og smátt :)  Vit hava eisini hugna okkum við at gera mat í Stórustovu, vit hava gjørt pylsubreyð og pizzasniglar og siti og eti saman, smakkaði óføra væl :)  Vit hava bjóða øllum til felags samlig, vit syngja og hoyra søgu, tað er ordiliga hugnaligt :)

Tiltøk

«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Samskifti

Drotning Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 12
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel. 455557
Fax 457657
margretha@margretha.fo